Nýggj útbúgving á Glasi

Nýggj útbúgving á Glasi
Nú fer at bera til at lesa Fíggjarbúskap á Glasi. Talan er um eina yrkisakademiska útbúgving, sum gevur 120 ECTS og sum tekur 2 ár at lesa fulla tíð
Glasir bjóðar útbúgvingina Fíggjarbúskap út frá næsta skúlaári og hon verður samskipað í samstavi við Copenhagen Business School
 
19.02.2016 - 09:42

Útbúgvingin gevur atgongd til ymsar professiónsbachelor útbúgvingar og møguleiki er at fáa merit til aðrar bachelor útbúgvingar eisini. Tað boðar Glasir frá í einum tíðindaskrivi.

Glasir bjóðar útbúgvingina út frá næsta skúlaári og hon verður samskipað í samstavi við Copenhagen Business School.

Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið marknaðarførslubúskapur.

SÍ EISINI Møguleiki at lesa marknaðarførslubúskap

Tá Føroya Handilsskúli í 2015 bjóðaði út Marknaðarførslubúskap útbúgvingina, vóru heili 50 umsøkjarar, 30 sluppu inn.

Vónirnar eru góðar um, at Fíggjarbúskapur eisini verður væl móttikin, tí hesar báðar útbúgvingarnar eru javnt stórar uttanlands, sigur Glasir í tíðindaskrivinum.

Frá 1. apríl ber til at søkja inn á allar hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili. Umsóknarfreistin at søkja inn á Fíggjarbúskap er, eins og á hinum hægri útbúgvingunum, 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974