Vilja hava stýrisskipanina broytta

Vilja hava stýrisskipanina broytta
Tingmenninir hjá Miðflokkinum vilja hava stýrisskipanina broytta, so løgmaður og landsstýrisfólk, ið eru fólkavald, eisini kunnu hava sæti á tingi
Tingmenninir hjá Miðflokkinum løgdu í gjár fram uppskot um at broyta stýrisskipanina, so løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu hava sæti á Løgtingi
 
25.02.2016 - 18:47

Miðflokkurin hevur loftað sjónarmiðunum hjá Torkili V. Rasmussen, løgfrøðingi, og Bergi Berg, stjórnmálafrøðingi, um tingsessirnar hjá teimum, sum fara í landsstýrið.

Tingmenninir hjá Miðflokkinum løgdu í gjár fram uppskot um at broyta stýrisskipanina, so løgmaður og landsstýrisfólk, sum eru fólkavald, eisini kunnu hava sæti á Løgtingi.

Sambært broytingini skulu tey, sum fara í landsstýrið, sjálv avgera, um tey siga tingsessin frá sær.

Seinasta løgtingsval eitt gott dømi

Torkil V. Rasmussen og Bergur Berg siga, at tey, sum fáa flestar atkvøður í flokkunum, sum fara í samgongu, eru tey, sum fara í landsstýrið og noyðast tí at siga fólkavalda sessin í Løgtinginum frá sær.

Tey, sum fólkið dámar best, eru tí ikki í fólkavalda tinginum. Løgtingsvalið í fjør er gott dømi um hetta. Tey átta í landsstýrinum fingu 21,2 prosent av atkvøðunum.

Tey átta varafólkini, sum komu í tingið fyri tey, sum fóru í landsstýrið, fingu bara seks prosent av atkvøðunum. Øll átta varafólkini fingu tilsamans 565 færri atkvøður enn Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk einsamallur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040