Slept ætlan at umbyggja handil til kommunuhús

Slept ætlan at umbyggja handil til kommunuhús
Ætlanin at gera gamla FK-bygningin í Fuglafirði til kommunuhús fór fyri bakka á býráðsfundinum í síðstu viku
 
02.03.2016 - 16:46

Formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið um kommunuhúsið, feldi tað á býráðsfundinum. Ein arbeiðsbólkur gjørdi uppskot um, hvussu bygningurin kundi brúkast

Men uppskotið og tilmælið, sum kallaðist "Til umsiting og sosialar tænastur í FK-bygninginum", fall á býráðsfundinum. Fýra atkvøddu fyri og fimm ímóti.

Ein teirra, sum atkvøddi ímóti, var Dánjal Vang, sum annars var formaður í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, ið atkvøtt varð um. Arbeiðsbólkurin avgjørdi at beina málið til býráðið til støðutakan.

Onnur uppskot eru nú komin

Arbeiðsbólkurin mælti til at seta pengar av til at umvæla FK-bygningin til kommunala umsiting, til eina møguliga tannlæknastovu, til mammubólkar og onnur endamál hjá kommununi.

Men formaðurin í arbeiðsbólkinum feldi uppskotið saman við fýra øðrum býráðslimum. Danjal Vang sigur, at sum formaður í arbeiðsbólkinum útvegaði hann tekningar og var við til at gera uppskot um, hvat bygningurin kundi brúkast til.

Síðani bólkurin byrjaði, eru komin onnur uppskot og aðrar ætlanir um, hvussu gamli FK-bygningurin kann brúkast, og eisini eru onnur uppskot komin um, hvar býráðsumsitingin kann vera.

Bað borgarstjóran seta pening av

Meirilutin í býráðnum feldi uppskotið hjá arbeiðsbólkinum, og Dánjal Vang sigur, at hann fer altíð at atkvøða saman við meirilutanum, sum nú er í býráðnum í Fuglafirði.

Dánjal Vang kennir seg ikki bundnan av tí, sum arbeiðsbólkurin gjørdi, hóast hann var formaður í bólkinum.

Dánjal Vang sigur eisini, at hann bað borgarstjóran seta pengar av í fíggjarætlanini hjá Fuglafirði fyri 2016 til FK-bygningin, men tað gjørdi hann ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098