- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samd um eftirlønarskipan fyri sjómenn

Bæði samgongan og andstøðan í Løgtinginum eru samd við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu í Fólkaflokkinum, sum vil hava serliga eftirlønarskipan fyri sjómenn og onnur, sum eru so uppslitin, at tey orka ikki at arbeiða til tey fylla 67.
Trivnaðarnevndin hevur broytt orðingarnar í uppskotinum nakað, og øll í nevndini taka undir við tí og mæla til, at tað verður samtykt.
Nevndin mælir Løgtinginum til at fáa landsstýrið, sum er í ferð við at gera nýggja pensjónsskipan, eisini at hugsa um fólk, sum eru so niðurslitin likamliga og/ella sálarliga av arbeiði, at tey noyðast at gevast, áðrenn tey fylla 67 ár.
Uppskotið kom í 2013
Í 2013 kom áheitan frá álitisfólki í fiskivinnuni um serstaka skipan fyri niðurslitnar sjómenn, tí nógvir eru heldur ikki mentir at gera annað arbeiði. Tí hava teir onga inntøku, tá teir noyðast at gevast at arbeiða, áðrenn teir gerast fólkapensjónistar.
Men tingfólk halda, at eisini onnur enn sjómenn hava brúk fyri serstakari eftirlønarskipan, tí tey hava hart kropsligt ella sálarligt arbeiði og noyðast tí at gevast fyrr enn ætlað.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir legði uppskotið fram 12. november í fjør, og Trivnaðarnevndin fekk tað 17. november. Nú er álit skrivað og atkvøtt verður um uppskotið mánadagin.



























