- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fosturtøkulógin í Føroyum er ræðulig

Fosturtøkulóggávan í Føroyum er ikki nøktandi. Tað halda bæði tey, ið eru fyri fríari fosturtøku, og tey, ið eru ímóti fosturtøku.
Hetta kemur fram í grein í danska blaðnum Weekendavisen, sum í nýggjastu útgávuni varpar ljós á, at føroyskar kvinnur framvegis ikki hava rætt til fría forsturtøku - 43 ár eftir at danskar kvinnur fingu tað.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum er ímóti fosturtøku, sigur í greinin, at lógin er ræðulig. Ert tú fyri fosturtøku, kanst tú brúka lógina til at fremja forsturtøkur. Ert tú hinvegin ímóti, kanst tú eisini brúka hana til at nokta fosturtøku. Talan er um eina lóg, ið ikki verður hildin, og um eina lóg, ið verður brúkt ymist, sigur Jensi av Rana, formaður Miðfloksins.
Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum er fyri fríari fosturtøku, er í grundini samd við Jenisi av Rana, at fosturtøkulógin ikki er nøktandi. Hinvegin er fosturtøka eitt so mikið stórt tabu í Føroyum, at eingin torir ordiliga at nerta tað politiskt.
Vandin er, at forsturtøkulóggávan verður herd, um hon verður viðgjørd politiskt. Meiriluti er ikki fyri at gera hana linari, staðfestir Anita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, í greinini í Weekendavisen.




























