Maður hótti fólk við øks

Maður hótti fólk við øks
Løgreglan mátti hóskvøldið brúka piparspray til at sissa ein mann í Miðvági, sum gjørdist frá sær sjálvum og hótti fólk við eini øks
Løgreglan varð noydd at brúka piparspray móti einum manni í Miðvági, sum hóskvøldið var frá sær sjálvum og hótti onnur við øks
 
11.03.2016 - 09:06

Stutt fyri midnátt vóru boð eftir løgregluni at koma til Miðvágs, tí ein maður varð vorðin óður í høvdinum og hótti fólk við øks.

- Maðurin var frá sær sjálvum og hótti fólk. Vit høvdu varhugan av, at tað var rættiliga álvarsligt, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við útvarpið.

SÍ EISINI Her greiður vitni frá tí, sum hendi í Miðvági

Tað var klokkan 23:45 hóskvøldið, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir frá fólki, ið boðaðu frá, at ein maður var frá sær sjálvum og veipaði við øks.

- Maðurin var illur í sær, og tað var ikki gjørligt at tosa hann til fornuft, so løgreglan mátti brúka piparspray, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860