Læknarnir minni sjúkrafráveru

Læknarnir minni sjúkrafráveru
Meðan sjúkrafráveran hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á Landssjúkrahúsinum nærum tvífaldaðist frá 2010-2015, var støðan hin øvuta hjá læknunum
Læknarnir á Landssjúkrahúsinum høvdu munandi færri sjúkradagar árini 2010-2015 enn sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu
 
16.03.2016 - 09:19

Læknarnir á Landssjúkrahúsinum høvdu munandi færri sjúkradagar sama tíðarskeið árini 2010-2015, vísir uppgerð Kringvarpið hevur fingið frá Landssjúkrahúsinum.

Læknarnir vóru bara burtur í 82 dagar í 2015 svarandi til 0,6 prosent av tíðini. Í 2010 vóru læknar burtur 117 dagar, svarandi til umleið eitt prosent av játtaðu døgunum tað árið.

SÍ EISINI Sjúkrafráveran nærum tvífaldað

Sama uppgerð vísir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nógv meiri sjúkrafráveru í 2010 enn í 2015. Sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru burtur 1,6 prosent av tíðini í 2010 og høvdu umleið 1000 sjúkradagar.

Í 2015 var talið av sjúkradøgum nærum tvífaldað og lá um 2000, svarandi til 2,8 prosent av tíðini. Talið av sjúkradøgum er lítið samanborið við Danmark.

Tað eru regiónirnar, ið varða av sjúkrahúsum í Danmark. Í 2014 var sjúkrafráveran hjá dønum, sum arbeiða hjá kommunum og regiónum, í miðal góð 5,5 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815