Viðgera mál um fylgjarar

Viðgera mál um fylgjarar
Løgtingið viðger í dag eitt uppskot um fylgjarar hjá sjúklingum, ið verða sendir uttanlands at fáa sjúkuviðgerðir
 
18.03.2016 - 09:59

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Miðflokinum, um at sjúkrahúsverkið skal gjalda ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara við sjúklingi, sum verður sendur av landinum til viðgerðar og endurvenjingar.

Sambært uppskotinum kann sjúkrahúsverkið í serligum førum ávísa tveir fylgjarum við sjúklingi, sum er undir 18 ár. Umleið 2200 sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar um árið.

Tveir triðingar fáa fylgjarar við

Í meðal fáa tveir triðingar av teimum játtaðan fylgjara, og kostnaðurin verður mettur at vera millum seks og sjey milliónir krónur.

Ilt er at meta, hvussu nógv fara at taka av nýggja tilboðnum um persónligan fylgjara. Leysliga mett verður kostnaðurin millum tríggjar og hálva fjórðu millión krónur um árið, sigur Miðflokkurin.

Skotið verður upp, at broytingin kemur í gildi 1. januar í 2017. Tingfundurin byrjaði klokkan hálvgum tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392