Saknaða kvinnan ikki komin afturíaftur

Saknaða kvinnan ikki komin afturíaftur
Løgreglan veit framvegis ikki, hvar ein kvinna, sum varð eftirlýst í morgun, er, hóast løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, ið hava sæð 46 ára gomlu Elsu Susan Danielsen, ið síðst varð sædd stutt fyri midnátt leygarkvøldið
 
20.03.2016 - 14:10

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, síðani løgreglan klokkan 9:25 í morgin sendi út eina eftirlýsing um eina kvinnu, ið síðst varð sædd leygarkvøldið.

- Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum arbeiða í náttarlívinum, ið siga seg hava sæð kvinnuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Í løtuni hevur løgreglan kortini ikki orsøk at taka upp skipaða leiting eftir kvinnuni, sum er eftirlýst, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Sædd á skeinkistøðum stutt fyri midnátt

46 ára gamla Elsa Susan Danielsen varð seinast sædd á einum skeinkistaði klokkan 21 leygarkvøldið, og á einum øðrum skeinkistaði áðrenn klokkan 23.

Tað upplýsir løgreglan í eini dagførdari eftirlýsing, ið varð send út stutt fyri klokkan 14. Í dagføringini lýsir løgreglan eisini klæðini, kvinnan var í.

- Hon er 160 cm. høg, kommunufarvað hár, kløn og var ílatin hvítar buksur, ljósa blus og tunnan, myrkan og stuttan dýnujakka, upplýsir løgreglan.

 

Í samband við saknaðu Elsa Susan Danielsen kunnu vit nú upplýsa, at hon er: - 46 ár, kommunufarva hár, umleið 160 cm hø...

Posted by Føroya Politi on 20. mars 2016

Veitst tú, hvar 46 ára gamla Elsa Susan Danielsen er, vil løgreglan fegin frætta tær. Løgreglan hevur telefonnummar 35 14 48.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107