Byrgingin kann nú gerast liðug

Byrgingin kann nú gerast liðug
Arbeiðið at gera byrgingina um Haraldssund lidna er klárt at bjóða út, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Arbeiðið at gera byrgingina um Haraldssund lidna er nú klárt at bjóða út, so byrgingin kann gerast liðug, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í svari til tingmann hjá Javnaðarflokkinum
 
01.04.2016 - 08:29

Tað stendur í svari til skrivligan fyrispurning frá Jónleifi Johannesen, tingmann hjá Javnaðarflokkinum. Byrgingin um Haraldssund varð gjørd í 1986, men hon er ongantíð gjørd liðug.

Ætlanin var upprunaliga at gera eina byrging við eini brúgv og siglingarrennu, so bátar kundu sigla gjøgnum sundið. Men talan verður ikki um at gera brúgv og siglingarrennu, kemur fram í svarinum.

Tað er avgjørt í samráði við lokalu myndugleikarnar, tí ein siglingarrenna hevur lítlan týdning fyri útróður og streymviðurskifti á staðnum, sigur Henrik Old, í svarinum.

Byrgingin verður eftir ætlan broytt nakað. Landsverk hevur í samferðsluætlanini 2012-2024 mælt til, at arbeiðið verður gjørt beinanvegin, verður sagt í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179