Peningur settur av til tunnilin

Peningur settur av til tunnilin
163 milliónir krónur verða settar av til Hvalbiartunnilin næstu árini. Tað sæst í uppskotinum um játtanarkarmar, sum varð lagt fram hósdagin
Peningur verður settur av til Hvalbiartunnilin, sæst í í uppskotinum um játtanarkarmar, ið varð lagt fram í gjár
 
01.04.2016 - 14:19

Tá Hvalbiartunnilin er liðugur, verður farið undir at gera tunlarnar Norður um Fjall í Borðoynni. Teir skulu sambært uppskotinum gerast frá 2021 til 2024.

Tunlarnir verða mettir at kosta 205 milliónir krónur. Íløgur verða eisini gjørdar í Vestmannavegin og vegin oman fyri Skálafjørð frá 2019 og næstu árini.

Uppskotið um játtanarkarmarnar, sum skulu verða grundarlagið undir fíggjarlógini fyri 2017, kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107