Nú skulu vit hava varskógvaraskipan

Nú skulu vit hava varskógvaraskipan
Fyri einum ári síðan feldi samgongan tá eitt uppskot um varskógvaraskipan. Nú vil Landsstýrið hava eina varskógvaraskipan
 
03.04.2016 - 15:53

Ein varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk skal nú setast í verk. Tað stendur í játtanarkørmunum fyri 2017 til 2021, sum skulu viðgerast í tinginum týsdagin. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikararnir tosa um at seta eina varskógvaraskipan í verk. Fyri einum ári síðan feldi samgongan, sum tá var, eitt uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um varskógvaraskipan hjá fólki, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.

Kristina Háfoss, sum tá var í andstøðu, legði uppskotið fram, og hon segði í tí sambandi, at tað er av stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum, kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna. 

Hetta kann tryggjast við eini varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá landi og kommunum, stóð í viðmerkingunum til uppskotið.

Uppskotið um varskógvaraskipan varð ikki samtykt, tí táverandi samgonga helt, at ein slík varskógvaraskipan var óneyðug. Starvsfólk hava, sum er, bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum. 

Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í Løgtinginum, var grundgevingin hjá samgonguni tá.

Ofta fær tað avleiðingar fyri starvsfólk, sum siga frá óreglusemi, og tí skulu tey fáa møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot dulnevnt, segði Kristina Háfoss í sambandi við lógaruppskotið í 2015.

Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum, eitt nú hevur Bank Nordik eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis regluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. 

Starvsfólk í BankNordik kunnu boða frá dulnevnt.

Uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur, stovnar v.m. í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri lond - eitt nú Noreg - hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí almenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098