- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik-keypið dregur út

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, váttar, at tað hevur tikið longri tíð enn væntað at avgreiða málið.
Ætlanin var, at løgtingið skuldi flyta av Gamla apoteki, har flokkarnir hava skrivstovur, í Eik bygningin í summar, men tað verður av ongum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Keypið er tó ikki slept, sigur løgtingsformaðurin. Hann væntar tó, at tað í fyrsta lagi verður einaferð í heyst, at løgtingið flytir av Gamla Apoteki í Eeik.
Beint fyri jól í fjør samtykti løgtingið at keypa Eik-bygningin fyri 26 milliónir krónur og selja Gamla apotek fyri sjey milliónir krónur.
Tingfólk úr øllum flokkum, teirra millum oll í formansskapinum, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, løgdu fram uppskot um eykajáttanarlóg, sum fekk 27 atkvøður. Tríggjar atkvøður vóru ímóti uppskotinum.
Eik ætlar at savna øll síni starvsfólk við høvuðssæti úti við Strond, men um- og útbyggingar hava seinkað teirri ætlanini. Eitt nú verður bíðað eftir neyðugum byggiloyvum.



























