Nú byrjar arbeiðið at gera smoltstøðina

Nú byrjar arbeiðið at gera smoltstøðina
Hósdagin verður spakin settur í til nýggju smoltstøðina, ið Bakkafrost ger við grótbrotið á Strond í Klaksvík
Nú verður spakin settur í til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti við grótbrotið á Strond í Klaksvík, ið er størsta einstaka vinnuverkætlaninin hjá kommununi higartil
 
13.04.2016 - 11:50

Í morgin byrjar arbeiðið at gera størstu, einstøku verkætlanina í Klaksvík, tá byrjað verður at grava út til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti, skrivar nordlysid.fo

- Samstundis sum vit fáa stóru vinnulívsíløguna á Strond, kunnu vit nú veruliga fáa gongd á ídnaðarøkið á Borðoyavík, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini, við Norðlýsið.

SÍ EISINI Stór íløga í Klaksvík

Økið er 70.000 fermetrar og smoltstøðin hjá Bakkafrosti kemur at brúka ein stóran part av hesum økinum. 20 fólk fara at starvast á smoltstøðini tá hon er liðug.

Nýggja smoltstøðin, sum Bakkafrost fer at gera við grótbrotið á Strond, er størsta íløgan nakrantíð hjá Klaksvíkar Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979