Mæla frá at samtykkja uppskot

Mæla frá at samtykkja uppskot
Rættarnevndin heldur ikki, at Løgtingið skal samtykkja eitt uppskot hjá Miðflokkinum um at broyta Barsilsskipanina
Foreldur, sum hava rætt til minni enn 50.000 krónur úr Barsilsskipanini, eiga at kunna fáa útgjaldið í einum, heldur Miðflokkurin. Rættarnevndin hjá Løgtinginum heldur ikki, Barsilsskipanin eigur at verða broytt
 
18.04.2016 - 15:27

Ein samd rættarnevnd mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið frá Miðflokkinum, um at lata foreldrum 50.000 krónur í útgjaldi, hava tey rætt til minni enn hesa upphædd í sambandi við barnsburð.

Rættarnevndin vísir á, at barsilsskipanin er ein arbeiðsmarknaðarskipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum fíggja, og hevur bara til endamáls at tryggja løntakarar ímóti lønarmissi í sambandi við barnsburðarfarloyvi.

Foreldur, sum tjena so lítið, at tey ikki røkka upp á 50.000 krónur til samans í barsilsútgjaldi, eru ella eiga at vera undir øðrum skipanum.

Til dømis forsorgarlógini ella aðrari stuðulsskipan, sigur ein samd rættarnevnd, sum mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040