Nú verður revsingin strikað

Nú verður revsingin strikað
Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Skyldan at boða frá grind stendur kortini við
 
20.04.2016 - 07:46

Í morgin fer løgtingið at strika revsingina fyri ikki at rópa grindaboð.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at strika revsingina fyri ikki at boða frá grind.  

Men fráboðanarskyldan fer at standa við.

Løgtingið fer at atkvøða um uppskotið í morgin. Og tá verður nýggja grindalógin, sum kom í fjør, enn eina ferð broytt.

Ásetingin um revsing fyri at bróta fráboðanarskylduna verður strikað.

Ferðavinnan finst at

Hóast ferðavinnan hevur funnist at fráboðanarskylduni, -  at øll hava skyldu at boða frá grind, so heldur Fiskimálaráðið, at neyðugt er at halda fast um fráboðanarskylduna.

Frá 1986 til í fjør, tá nýggja grindalógin kom, var ikki revsivert at bróta fráboðanarskylduna - ikki at siga frá, tá fólk síggja grind.

Grindalógin, sum kom í fjør, varð eisini broytt tríggjar ferðir í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887