Formansskapurin viðger kongsvitjan og setiumboðsmann

Formansskapurin viðger kongsvitjan og setiumboðsmann
Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið at vita frá Løgtingsins umboðsmanni, at hann metir seg vera ógegnigan at viðgera eitt mál
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður.
Mynd: Løgtingið  
 
03.06.2025 - 07:56

Seinnapartin fer formansskapurin hjá løgtinginum at tosa um kongsvitjanina, sum verður frá 11. til 14. juni.

Fíggjarætlanin fyri løgtingið næsta ár er eisini á dagsskránni hjá formansskapinum í dag og skriv frá Løgtingsins umboðsmanni.

Á fundi 20. mars fekk formansskapurin at vita frá Løgtingsins umboðsmanni, at hann metir seg vera ógegnigan at viðgera eitt mál. 

Formansskapurin umrøddi spurningin um at finna ein setiumboðsmann og taka avgerð um hetta á næsta fundi.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini boðað formansskapinum frá lýtum í fiskivinnulóggávuni og í lóggávuni um fólkakirkjuna.

Og Løgtingsins umboðsmaður vil hava umboðsmanslógina endurskoðaða.

Hon er ikki broytt, síðan hon kom í 2000. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221