Asbjørn Senior seldur til Russlands

Asbjørn Senior seldur til Russlands
Hesaferð er skipið selt fyri 56 mió.kr.
 
21.04.2016 - 11:06

Asbjørn Senior varð strikaður í føroysku skipaskránni í gjár. 

Nótaskipið Asbjørn Senior er aftur selt av landinum, hesa ferð til eitt felag í Russlandi.

Skipið er selt fyri sjey milliónir og 525.000 evrur, sum eru 56 mió. kr.

Asbjørn Senior varð keyptur úr Hirtshals til Vágs á sumri í 2014 fyri 67 mió. kr.

Asbjørn Senior varð fyrsta hálva árið í Føroyum seldur fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thorsamtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur, sum Asbjørn Senior so fiskaði. 

Hann er eisini seldur av landinum fyrr, til Belis, og keyptur aftur til Vágs fyri 67 milliónir krónur hvørja ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810