Tóku av dýrasta tilboðnum upp á innbúgv

Tóku av dýrasta tilboðnum upp á innbúgv
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen um innbúgv til Heilsu- og innlendismálaráðið
 
21.04.2016 - 09:21

Hóast tað var hægsta boðið, tók Heilsu- og innlendismálaráðið av tiboðnum frá Stockholm upp á innbúgv til fundarhøli.

Tilboðið hjá Stockholm er 57.500 kr. hægri enn lægsta tilboðið og slakar 30.000 kr. hægri enn næsta hægsta tilboðið. 

Stockholm sleppur eisini at selja Heilsu- og innlendismálaráðnum skrivstovuinnbúgv. 

Her hevur Stockholm lægsta tilboðið, sum er 22.800 kr. lægri enn næst lægsta tilboðið.

Prísurin ongan týdning

Sambært Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, sum spurdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um innbúgvskeypið, hevur prísur ongan týdning í Heilsu- og innlendismálaráðnum. 

Framferðarhátturin er løgin, sigur Jørgen Niclasen. 

Bara nøkur útvald sluppu at bjóða. Innkeypsportalurin varð ikki brúktur, og tikið varð ikki av lægsta boðnum, hóast boðið var út av nýggjum, tí prísurin skuldi vekta meira.

Ikki bjóðast út

Sirið Stenberg svarar, at sambært rundskrivi um Keypsportalin skulu keyp minni enn 800.000 kr. ikki bjóðast út alment. Heilsu- og innlendismálaráðið bað um tilboð frá fýra fyritøkum. 

Samanumtikið hevði Stocholm besta tilboðið, tá alt verður tikið við, prísur, snið, funksjón og góðska. Serliga er hetta eyðsæð í sambandi við innbúgvið til fundarhølið, stendur í svarinum hjá Sirið Stenberg.

Her hevði Stockholm hægsta tilboðið. 

Heilsu- og innlendismálaráðið legði dent á lutfallið millum góðsku og kostnað, bíligasta tilboðið var ikki avgerandi, verður sagt í svarinum til Jørgen Niclasen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025