ÍF skal hava nýggjan venjara

ÍF skal hava nýggjan venjara
Jógvan Martin Olsen hevur sagt seg úr starvinum sum venjari hjá ÍF
 
26.04.2016 - 14:51

Jógvan Martin Olsen hevur í dag sagt seg úr venjarastarvinum í ÍF.

In.fo skrivar, at Jógvan Martin Olsen gav formanninum í felagnum, Leif Andre Eliasen, boðini í dag.

-Eg segði við spælararnar, tá ið vit vandu í gjár, at eg umhugsaði støðuna. Tað havi eg gjørt, síðani vit sunnudagin taptu 0-4 fyri KÍ, og nú havi eg boðað leiðsluni í felagnum frá, at eg gevist, sigur Jógvan Martin Olsen við in.fo

ÍF er í løtuni á sætta plássi í Effodeildini við átta stigum fyri sjey dystir. Sunnudagin spælir ÍF á Toftum ímóti B68.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098