Lækkingin vardi ikki leingi

Lækkingin vardi ikki leingi
Lækkingin í prísinum á heilivági vardi ikki leingi, tí tey tvey prosentstigini, sum prísirnir lækkaðu, koma aftur 1.mai.
 
28.04.2016 - 09:22

Karsten Hansen, landsstýrismaður, lækkaði 1.januar í fjør prísirnar á heilivági. 

Sirið Stenberg, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar at hækka vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent.

Orsøkin er, sum skilst, fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum.

Ov lítil søla

Havbúnaðarfelagið, sum fekk uppskotið um kunngerðina til hoyringar, heldur seg vita, at neyðugt er at hækka prísirnar, tí heilsuverkið fyriskipar bíligari heilivág og alivinnan ikki keypir so nógvan heilivág sum í fjør.  

Felagið undrast á, at neyðugt er hækka heilivágsprísin, tí alingin brúkar minni heilivág.

Skattur ella príshækking

Havbúnaðarfelagið vísir á, at tá almenn gjøld verða ásett í kunngerð, skulu gjøldini ikki vera hægri enn tað, sum tað kostar at veita tænastuna. Annars er talan um skatt, sum ikki kann ásetast í kunngerð.

Eingin haldgóð grundgeving er fyri at varðveita einkarrættin hjá Apoteksverkinum at selja alingini heilivág.

Havbúnaðarfelagið mælir Heilsu- og innlendismálaráðnum til at loysa henda grundleggjandi trupulleika, heldur enn at blíva við at pjøssa upp á verandi monopolskipan, har vinningurin hjá apotekunum verður ásettur við kunngerð, alt eftir hvør sølan er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096