Endaliga samtykt: Samkynd sleppa at giftast

Endaliga samtykt: Samkynd sleppa at giftast
Samkynd pør sleppa nú at giftast borgarliga í Føroyum. Hetta samtykti løgtingið í dag.
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
29.04.2016 - 13:43

So er tað endaliga samtykt á løgtingi, at samkynd nú sleppa at giftast borgarliga. 

Um hálvgum tvey tíðina samtyktið løgtingið við 19 atkvøðum uppskotið við rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini sum loyva samkyndum at giftast borgarliga. 

Tað lá í kortunum, at broytingin í hjúnabandslógini fór at verða samtykt eftir aðru viðgerð týsdagin og mikunáttina. Men tá tað í morgun gjørdist greitt, at Heðin Mortensen, ið ikki hevur verið serliga sinnaður at atkvøða fyri uppskotinum, var farin í farloyvi, og Hilbert Elisson var komin í hansara stað, so var sloppið. Og so bleiv. 

Tá avtornaði, atkvøddu samgongan, ið telur 16 tinglimir, Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, og teir báðir sambandstingmenninir, Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554