Turkaland hevur fingið størri vald í Evropa

Turkaland hevur fingið størri vald í Evropa
Flóttafólkakreppan hevur við sær, at Turkaland hevur fingið størri vald í Europa, men tað hava europisku londini sjálv ábyrgdina av
 
29.04.2016 - 09:45

Tey eru boðini nú ES-londini umrøða avtaluna sum er gjørd við Turkaland um flóttafólkini.

Kundu loyst trupulleikan sjálv

Turkaland gekk við til at taka ímóti flóttafólkum, sum Grikkaland sendir aftur til Turkalands, men afturfyri skulu londini í ES taka ímóti 72.000 flóttafólkum úr Turkalandi, samstundis, sum Turkaland fær stórar peningaupphæddir, og tað skal gerast lættari hjá turkum at ferðast til ES.

- Vit kundu havt loyst trupulleikan sjálv, um londini í ES gjørdu eftir uppskotinum hjá ES-nevndini, sigur talskvinnan fyri javnaðarveingin í ES-tinginum, Gianni Pittelia.

- Avtalan við Turkaland er veik, men hon er gjørd tí londini í ES ikki kundu semjast um nakað annað, sigur talskvinnan fyri liberala veingin í ES-tinginum, Sophie in’t Veld.

Undir orðaskiftinum varð funnist hvassliga at ES, tí samveldið tveitir ábyrgdina frá sær og letur lagnuna hjá flóttafólkunum upp í hendurnar á Turkalandi og Grikkalandi, var semja um ímillum politikarar úr øllum flokkum í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040