SEV: Íløgur fyri eina milliard

SEV: Íløgur fyri eina milliard
Verkið á Sundi skal byggjast út fyri 700 - 800 milliónir krónur. Tað er alneyðugt, sigur nevndarformaðurin í SEV.
 
30.04.2016 - 15:42

SEV skal næstu árini gera íløgur á slaka milliard krónur.

Talan er millum annað um stórar útbyggingar á verkinum á Sundi og á verkinum í Vági. 

Tí er neyðugt við yvirskoti í rakstrinum, so felagið hevur eina munagóða sjálvsfígging til íløgurnar. Hetta er neyðugt, so skuldin ikki gerst ov stór og til ber at fáa fígging til vega frá útlendskum lánsveitarum, sigur nevndin í ársfrágreiðingini. 

Somuleiðis er umráðandi, at inntøkurnar eru nøktandi, so felagið megnar at halda sínar skyldur. 

Mett verður, at verkætlanin at víðka um verkið á Sundi fer at kosta einar 700 - 800 milliónir krónur.

- Íløgurnar í verkið á Sundi eru alneyðugar, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevnadarformaður í SEV. 

SEV hevði í fjør yvirskot upp á 103 milliónir krónur, og væntar í ár eitt yvirskot upp á 72 milliónir krónur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688