Brúgvin liðug seinni í mánaðinum

Brúgvin liðug seinni í mánaðinum
Brúgvin um Sandá verður liðug í mai, men júst hvønn dag hon verður latin Tórshavnar kommunu er tó ikki greitt enn
Leingi er tað, ið væl skal vera. Brúgvin um Sandá verður liðug seinni í hesum mánaðinum, sigur tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu við útvarpið
 
05.05.2016 - 08:40

Tað var úrslitið av fundi ímillum byggifelagið og tekniska stjóran hjá kommununi mikudagin. Tað eru framvegis trupulleikar við brúnni, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, við útvarpið.

Tað hevur gingið illa at gera brúnna, tí av fyrstan tíð skuldi hon vera liðug í fjør summar, sigur Mikael Viderø, tekniski stjórin hjá kommununi.

Dagurin ikki ásettur enn

Í løtuni umrøður byggifelagið saman við undirveitaranum, hvussu trupulleikin við rekkverkinum skal loysast.

Fyrr enn greiða er fingin á teimum viðurskiftunum, kann dagurin tá kommuna kann yvirtaka brúnna um Sandá, ikki ásetast, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu.

Tá brúgvin er liðug, skal lendið hampast, og síðani skal greiða fáast á øllum øðrum viðurskiftum um brúnna, sigur Mikael Viderø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974