Útbyggja frítíðarskúlan á Argjahamri

Útbyggja frítíðarskúlan á Argjahamri
Fýra flokkar vera í frítíðarskúlanum, tá forskúli og triði flokkur verða taldir við
 
20.05.2016 - 09:57

Frítíðarskúlin á Argahamri verður útbygdur, samstundis sum fimleikahøllin í skúlanum verður útbygd til ítróttahøll.

Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.

Ætlanin er at byggja 130 fermetrar afturat til frítíðarskúlan, sum nú hevur tveir flokkar. Men í veruleikanum skal hann brúkast til fýra flokkar, tá forskúli og triði flokkur verða taldir við. 

Og tá skúlin er útbygdur, ber eisini til at hava ungdómsklubba sum tann í Hoyvík á Argjahamri.

Kommunan ætlar eisini at útbyggja Badmintonhøllini í Havn, so hon kann hýsa frítíðarskúla til triðja flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111