Samráðast nú um nýggjan sáttmála

Samráðast nú um nýggjan sáttmála
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer í dag til samráðingar um nýggjan sáttmála. Lønarspurningurin hevur alt at siga um komið verður á mál
 
06.06.2016 - 10:04

Tað skrivar felagið á síni heimasíðu. Felagið situr við samráðingarborðið saman við Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at tey hava havt fleiri fundir, har tey hava lagt krøv og mótkrøv fram.

Sita til eitt úrslit fyriliggur

Forkvinnan leggur dent á, at lønarspurningurin er altavgerandi, um tær koma á mál, tí tær vilja hava somu løn sum starvsfelagar teirra fáa í grannalondunum.

Eftir at eldraøkið var lagt til kommunurnar, og nógvir limir arbeiða hjá kommunum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avgjørt at fylgja sáttmálanum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið.

Nýggjur sáttmáli skuldi koma í gildi 1. oktober í fjør, men so kom løgtingsvalið ímillum og avgjørt varð at útseta samráðingarnar. Men tær broytingar, sum verða í nýggja sáttmálanum fara at virka frá 1. oktober 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328