Umrøtt longu undir samráðingunum

06.06.2016 - 13:25
AktueltVinna
Umrøtt longu undir samráðingunum
Stóri skattafrádatturin hjá Eik varð longu umrøddur av TF Holding og Fíggjarligum Støðufesti undir samráðingunum um at keypa bankan
 

Nógv umrødda skattamálið hjá Eik var longu í tonkunum hjá nevndini í TF Holding langt áðrenn, at handilin var avgreiddur, og Eik Banki varð keyptur.

Kringvarpið hevur fingið skjøl, sum vísa, at ein stór skattaáogn hjá Eik varð umrødd á einum fundi millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti longu 5. oktober 2010.

Hetta er gott tríggjar mánaðir, áðrenn Súni Schwartz Jacobsen játtar at taka við stjórastarvinum í Eik.

Kann ikki siga dagfesting við vissu

Gunnar í Liða, sum var stjóri í TF Holding, tá samráðingarnar um Eik banka fóru í gongd, sigur seg ikki kunna vátta dagfestingina 5. oktober við vissu.

Hann sigur, at tað er rætt, at TF Holding alla tíðina hevur mett, at skattafrádrátturin var ein partur í ætlanini um at keypa Eik Banka.

Tað søgdu teirra ráðgevar Deloitte og Nota, sigur Gunnar í Liða, sum tó ikki vil gera samrøðu við útvarpið í dag.

Skattafrádrátturin hoyrdi til gamla Eik

Skjalið, sum útvarpið hevur fingið hendur á, vísir eisini, at tað alla tíðina hevur verið áskoðanin hjá Fíggjarligum Støðufesti, sum var seljari, at skattafrádrátturin hoyrdi til gamla Eik og tí ikki skuldi roknast uppí keypið.

Á fundinum millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti tann 5. oktober boðar Fíggjarligt Støðufesti frá, at tey halda ikki, at ein, ið ætlar at keypa Eik Banka kann brúka hetta eftir føroyskari skattalóggávu, tí tað liggur í gamla felagnum.

Tann 1. apríl í 2011 – altso eitt hálvt ár seinni – verður skattaáognin í Eik aftur nevnd í TF Holding.

SÍ EISINI EIK smýgur sær undan

Hesa ferð er tað Regin Hammer, ið nú er forstjóri, eftir at Gunnar í Liða hevur lagt frá sær, sum kunnar um, at handilin við Fíggjarligt Støðufesti er endaliga avgreiddur, og at skattaáognin kann roknast uppí, um lógin loyvir hesum.

Í Eik hoyrir mann hinvegin einki um málið, fyrr enn nevndin spyr um frádráttin í roknskapinum mars í 2013. Málið stendur ikki á skrá fyri fundin, men onkur varnast tað av tilvild. Men tá er avgerðin um hálvu milliardina longu tikin.

TAKS kannar skattamálið hjá Eik enn, har bankin vil avskriva eina hálva milliard krónur yvir 10 ár og hevur fingið hjálp til hetta frá donskum skattamyndugleikum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750