Semingsmaðurin boðsendur at loysa knút

Semingsmaðurin boðsendur at loysa knút
Semingstovnurin er komin uppí samráðingarnar millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
 
09.06.2016 - 15:51

Tað stendur á heimasíðuni hjá Sjúkrarrøktarfrøðinguum. Tað eru Sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava sent boð eftir semingmanninum.

Partarnir vóru annars klárir at undirskriva ein nýggjan sáttmála fyrrapartin, men ein óloystur spurningur stóð eftir, sum gjørdi at felagið ikki kundi undirskriva nýggja sáttmálan.

Partarnir kallaðir innaftur í næstu viku

Knúturin, sum er komin í, er um ein lønarspurning fyri ein serligan bólk av sjúkrarøktarfrøðingum, skrivar felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á heimasíðuni.

Terje Sigurðsson, semingmaður, hevur verið á fundi við partarnar í dag, og sigur, at seminingsstovnurin nú fer at fáa tilfar frá pørtunum, og at partarnir verða kallaðir inn til samráðingar aftur mitt í næstu viku

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959