- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fótbóltsfjepparar fóru til hendurs í Marseille
Fótbóltsfjepparar fóru til hendurs í Marseille
Franska løgreglan hevur havt úr at gera av fótbóltsfjepparum, sokallaðum hooligans, sum eru og hyggja at evropameistarakappingini

Mynd: Scanpix
12.06.2016 - 10:40
Undan dystinum millum Ongland og Russland í gjár, mátti løgreglan nýta kniplar og táragass móti ensku og russisku fótbóltsfjepparunum, ið vóru savnaðir við havnalagið í Marseille, tí tveitt varð við fløskum og stólum og fleiri fóru til hendurs.
Eisini eftir sjálvan dystinum millum Ongland og Russland, sum endaði við javnleiki 1-1, gjørdist ófriður, tí russisku fótbóltsfjeppararnir brutu seg gjøgnum byrgingina til áskoðaraplássini, har ensku fótbóltsfjeppararni stóðu.
Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, kannar nú tað sum fór fram, og londini kunnu vænta sær eina revsing, skriva fleiri útlendskir miðlar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























