Taka ikki undir við uppboðssølu

Taka ikki undir við uppboðssølu
Tað er eitt sindur ódámligt, at bara landsstýrismaðurin í fisikivinnumálum veit, hvør minstiprísurin verður á uppboðssøluni, heldur Fiskivinnuráðið
 
13.06.2016 - 11:08

Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við at selja fisk á uppboðssølu. Sambært uppskotinum um kunngerð um uppboðssølu, ið Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt, skal minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetur, ikki vera almennur.

Fiskivinnuráðið heldur, at landsstýrismaðurin kann koma undir illgruna fyri at broyta minstaprísin, so hvørt sum hann sær, hvat hendir á uppboðssøluni. Tað er eitt sindur ódámligt, heldur Fiskivinnuráðið.

Onnur skulu eisini vita minstaprísin

Onnur enn bara landsstýrismaðurin eiga at kenna minstaprísin, áðrenn uppboðssølan byrjar, til dømis ein grannskoðari.

Fiskivinnuráðið heldur eisini, at kravið um trygd fyri pengunum, sum keypt verður fyri á uppboðssøluni, fer at forða smáum reiðaríum í at bjóða, tí trygdin skal setast, áðrenn boðið verður.

Reiðarafelagið viðger framvegis spurningin, um felagið skal stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri fiskirættindi, sum verður seld á uppboði. Felagið hevur havt limafund um málið, og nevnd felagsins viðger framvegis málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489