Óvist nær søkt verður aftur

Óvist nær søkt verður aftur
Enn er ógreitt, nær aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum verður lýst leyst av nýggjum, hóast tað skuldi lýsast sum skjótast
 
20.06.2016 - 17:00

Hóast aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum skuldi lýsast leyst sum skjótast, sambært Løgmansskrivstovuni, so er starvið ikki lýst leyst enn.

Tað er ikki greitt um starvið verður lýst leyst fyri summarfrítíðina. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at enn er ikki avgjørt, nær starvið verður lýst leyst.

SÍ EISINI Politiskar starvssetanir undirgrava rættartrygdina

Marjun Hanusardóttir veit ikki at siga í dag, um starvið verður lýst leyst fyri summarfrítíðina. 3. juni gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.

Tá boðaði løgmansskrivstovan frá, at starvið fór at verða lýst leyst, sum skjótast. Men nú, góðar tríggjar vikur seinni, er starvið ikki lýst leyst.

Til samans tíggju umsóknir vóru til starvið, tvey fólk vóru innstillað, og av teimum var John Rajani innstillaður, sum nummar eitt.

SÍ EISINI Sí øll 33 punktini: Hetta kærir John Rajani um

Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani, sum aðalstjóra, tí hann metti hann vera ógegnigan á ali-,tele- og bankaøkinum.

Tí gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. John Rajani hevur kært løgmann og landsstýrismanni í Vinnu- og uttanríkismálinum til løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum.

Men John Rajani tók ikki starvsumsókn sína aftur til aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Tí verður hansara umsókn til starvið liggjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926