Dálkaður fuglur steingir Tinganes

Dálkaður fuglur steingir Tinganes
Avbyrgt er uttast á Tinganesi. Politiið fekk um sekstíðina í gjárkvøldið fráboðan um dálkaðan fugl á nesinum
Mynd: KvF  
 
24.06.2016 - 09:59

Talan er ikki um oljudálking, men um eitthvørt lívrunnið evni, kanska lýsi. Fólk frá sløkkiliðinum í Havn, Umhvørvisstovuni og ein fuglafrøðingur hava verið á Tinganesi

Men enn er ikki staðfest, hvat slag av dálking, talan er um. Men tað er ikki olja, sum skilst.

Nesið er avbyrgt fyri at geva dálkaða fuglinum frið at koma fyri seg. Hvussu leingi, Tinganes verður avbyrgt, er ikki avgjørt enn, upplýsir politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541