Leggur seg ikki út í kanning

Leggur seg ikki út í kanning
Poul Michelsen, landsstýrismaður, leggur seg ikki út í kanningina hjá Kappingareftirlitinum um oljufeløgini. Tað sigur hann í svari til tingkvinnu
 
01.07.2016 - 08:12

Hann hevur heldur ongar viðmerkingar um niðurstøðurnar hjá Kappingareftirlitinum. Poul Michelsen hevur svarað spurningum hjá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um kanningina hjá Kappingareftirlitinum.

Hann sigur tó, at størri kapping á oljumarknaðinum kundi verið ein fyrimunur bæði fyri samfelag og brúkara. Poul Michelsen sigur, at Kappingareftirlitið kann ikki áleggja oljufeløgunum skyldur, uttan at bróta kappingarlógina.

Poul Michelsen sigur eisini, at Kappingarráðið hevur avgjørt, at Kappingareftirlitið skal kanna, hvørjir møguleikar eru at geva øðrum javnbjóðis atgongd til heilsøluliðið, tað er, at nýggj oljufeløg kunnu keypa olju úr tangunum hjá Magn ella Effo og síðani selja hana.

Kappingareftirlitið skal fyrst gera sítt arbeiði

Poul Michelsen svarar, at setur Kappingareftirlitið forboð móti kappingaravlagandi avtalum ella ger vart við, at oljufeløgini misnýta ráðandi støðu, fer hann ikki at leggja seg út í tað, tí Kappingareftirlitið er í slíkum førum óheft av landsstýrismanninum.

Talan kann eisini blíva um onnur tiltøk, sum ikki eru grundað á brot á kappingarlógina, men sum krevja politiska støðutakan.

Men samanumtikið hevur landsstýrismaðurin ikki aðrar viðmerkingar, fyrr enn Kappingareftirlitið hevur gjørt sínar kanningar og er liðugt við sítt arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776