Val í Avstralia í dag

Val í Avstralia í dag
Eygleiðarar vænta, at konservativi flokkurin vinnur
 
02.07.2016 - 13:19

Val er í Avstralia í dag. Eygleiðarar vænta, at stjórnarberandi konservativi flokkurin fer at vinna ein tepran sigur á arbeiðaraflokkinum, sum hevur sitið í andstøðu seinastu árini. 

Konservativi flokkurin fer kortini at missa fleiri tingsessir og tí kann ein samgonga við smærri flokkar koma uppá tal. 

Valsatríðið hjá konservativa flokkinum hevur fyri tað mesta snúg seg um at tryggja góðu búskapargongdina í Avstralia seinnu árini, og forsætisráðharrin Malcolm Tumbull hevur lovað skattalætta um hann verður afturvaldur. 

Hinvegin hevur formaðurin í Arbeiðaraflokkinum sagt, at hansara fremsta mál er at loyva samkyndum at giftast, um hann sleppur framat valdinum.

Góðar 14 milliónir fólk fara væntandi at greiða atkvøðu á australska valinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083