Nú verða fyrstu tonsini seld

Nú verða fyrstu tonsini seld
Í næstu viku verður sild, makrelur og botnfiskur í Barentshavinum seldur á uppboðssølu. Svartkjaftur verður seldur um mánaðarskiftið aug./sept.
 
06.07.2016 - 10:59

Sølan av sild, makreli og botnfiski í Barentshavinum verður frá 11. til 22. juli. Selt verður á opnari og afturlætnari uppboðssølu. Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni.

11. juli verða 1200 tons av botnfiski í Barentshavinum seld, 14. juli verða seld 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild og 21. juli verða seld 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av sild.

Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, hósdagin 14. juli uppá 600 tons av botnfiski í russiska partinum Barentshavinum, mánadagin 16. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 600 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin fær víða heimild

Hósdagin 21. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og fríggjadagin 22. juli á middegi er seinasta freist at bjóða uppá 2.000 tons av makreli.

Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august-september 2016 (í viku 35 og 36). Hvussu bjóðast skal, sæst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum.

Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni. Tey sum ætla at bjóða, fáa meir at vita á Fiskamarknaði Føroya og hjá Vørn, boðar Fiskimálaráðið frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571