Vónin seld íslendingum fyri 333 mió.

Vónin seld íslendingum fyri 333 mió.
Íslendska Hampiðjan hevur keypt trolvirkið Vónina fyri 333 milliónir krónur. Eitt føroyskt íløgufelag fekk tríggjar fjórðingar av sølupeninginum
 
07.07.2016 - 17:48

Trolvirkið Vónin varð selt íslendska felagnum Hampiðjan fyri 333 milliónir krónur. Av teimum fekk íløgufelagið Tjaldur 245 milliónir krónur, skrivar Dimmalætting á heimasíðuni.

Prísurin hevur áður ikki verið kendur. Íløgufelagið Tjaldur átti, gjøgnum dótturfelagið Kerið, góð 73 prosent av partabrøvunum í trolvirkinum.

Hinar 80 milliónirnar eru, sambært Dimmalætting, býttar millum hinar eigararnar. Norðoya Íløgufelag átti 21 prosent og tí fekk slakar 70 milliónir krónur í sín part.

SÍ EISINI Kappingareftirlitið góðkent keypið

Íslendska fyritøkan Hampiðjan og Varðin í Gøtu keyptu í 2014 trolvirkið Sílneti í Klaksvík og millum annað tí mátti Kappingareftirlitið góðkenna keypið av Trolvirkinum Vónin. Tað gjørdi Kappingaeftirlitið í vár.

Sigast kann, at Vónin og Hampiðjan hava býtt um leiklut. Vónin keypti í 2006 22 prosent av íslendska felagnum og var eitt skifti næststørsti partaeigarin í íslendska felagnum.

Vónin og Hampiðjan stovnaðu felagið Føroya Trol í Vestmanna í felag í 2005. Men í 2009 yvirtók Vónin alt felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804