Mesta nebbasildin í nógv ár

Mesta nebbasildin í nógv ár
Talið á nebbasild hevur ongantíð verið so høgt síðani farið varð undir at gera yngulkanningar í 1974, sambært Havstovuni
Ikki síðani 1974 hevur verið so nógv nebbasild sum nú, vísa kanningar, Havstovan hevur gjørt
 
11.07.2016 - 16:36

Havstovan er nú liðug við sínar yngul- og ætikanningar í ár, og tað stendur væl til á flestu sløgunum. Meira er til av millum øðrum toska- og hýsuyngli enn tað hevur verið í fleiri ár og nøgdirnar vóru beint yvir miðal.

Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9-10 ár, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vanligt um eitt hitastig heitari enn á Landgrunninum.

Kanningarnar verða gjørdar regluliga

Væl var av plantuæti, meðan nøgdin av djóræti ikki var av tí mesta; sløgini av djóraætinum vóru góð føði hjá fiskayngli.

Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri. Tað er hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul.

Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli, stendur á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107