Kappingareftirlitið góðkent keypið

Kappingareftirlitið góðkent keypið
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Bakkafrost keypir 51 prosent av Faroe Farming. Altjóða støðan hjá Bakkafrosti verður ikki broytt stórvegis
Støðan hjá Bakkafrosti broytist ikki munandi á altjóða marknaðinum, hóast Bakkafrost einsamalt fer at eiga Faroe Farming í Vági
 
22.07.2016 - 08:21

Støðan hjá Bakkafrosti broytist ikki munandi á altjóða marknaðinum, hóast Bakkafrost einsamalt fer at eiga Faroe Farming í Vági. Tí hevur Kappingareftirlitið góðkent, at Bakkafrost ætlar at keypa 51 prosent av Faroe Farming.

Talan er um samanlegging, sum bara í avmarkaðan mun ávirkar støðuna hjá Bakkafrosti á heimsmarknaðinum, sigur Kappingareftirlitið í avgerð sínari.

SÍ EISINI Kunnu gera viðmerkingar um keypið

Í avgerðini stendur, at Kappingarráðið hevur tvær ferðir áður tikið støðu til samanleggingar í alivinnuni. Tað var í 2009, tá Bakkafrost og Vestlax Holding løgdu saman, og í 2011, tá Bakkafrost og Havsbrún løgdu saman.

Í báðum førum vórðu samanleggingarnar góðkendar, tí Kappingarráðið brúkti heimsmarknaðin fyri aldan laks sum grundarlag.

Tað sama varð gjørt, nú Bakkafrost og Faroe Farming leggja saman. Støðan hjá Bakkafrosti broytist ikki nevnivert á altjóða marknaðinum, og tí er samanleggingin í lagi, sigur Kappingareftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065