TAKS ger einki við trupulleikan um atgongumerki

TAKS ger einki við trupulleikan um atgongumerki
TAKS fer ikki at gera nakað her og nú við, at Eta letur atgongumerki heldur enn løn í reiðum peningi til tey sum arbeiða á tónleikafestivalunum.
 
30.07.2016 - 15:00

Sjálvt um fólk, sum arbeiða fyri atgongumerki heldur enn løn, skulu gjalda skatt av hesum, fer TAKS ikki at gera nakað við trupulleikan her og nú. Tað sigur stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre. 

Tað er arbeiðsgevarin, sum skal meta um, hvussu nógv virðið er á tí, sum verður latið, og hann skal síðani boðað TAKS frá, so TAKS kann leggja tað aftrat skattskyldigu inntøkuni hjá viðkomandi. TAKS ger tó ikki nakað ítøkiligt við málið í løtuni, sigur Eyðun Mørkøre. 

- Vit hava samskift við partar og grannskoðarar, og greitt frá skattliga partinum á hesum økinum. 

Tað er eingin ivi um, at hetta er skattskyldugt, og tí vóna vit at arbeiðsgevarnir gera sína skyldu, og boða okkum frá hvørji av teirra starvsfólkum hava fingið “fríar ágóðar” sum eru skattskyldugir, sigur hann.
 
Sum útgangstøði eiga starvsfólk at fáa vanliga løn fyri sítt arbeiði ígjøgnum afturhaldskipanina, men tað finnast eisini ymisk sløg fyri fríum ágóðum sum eru skattskyldugir, so sum fríur bilur og so framvegis.Tá er tó talan um fólk sum fáa vanliga løn eisini. Tí fer TAKS sjálvandi at fylgja við í, um hetta er nakað, sum fer at útvikla seg, sigur Eyðun Mørkøre í einum skrivligum svarið til Kringvarpið.

Fakfeløgini S & K og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava funnist hvassliga at Eta fyri ikki at gjalda starvsfólkum á festivalum løn, men heldur ikki her kemur nakað ítøkiligt átak í bræði.

Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, segði við útvarpið mikudagin, at felagið liggur í samráðingum við Føroya Arbeiðsgevarafelag um júst hendan bólkin innan matstovur og gisting í løtuni, og tá er góður siður at binda frið og ikki at koma við ítøkiligum átøkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521