- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bankarnir ilskast um kappingaravlaging

Kommunur og almennir grunnar eru, sum er, kundar hjá privatu peningastovnunum, so Landsbankin kann við síni serstøðu helst veita lán fyri lægri rentu, enn bankarnir kunnu.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at endurreisa av Landsbankan, skrivar Fíggjarmálaráðið eisini, at uppskotið kann ávirka virksemið hjá privatu bankunum, um bankarnir missa kommunur og grunnar sum kundar.
Felagið Peningastovnar sigur, at tað er kappingaravlagandi, at ein landsbanki, sum sleppur undan avgjøldum og skatti, sum ikki er fevndur av lógini um fíggjarligt virksemi, sum ikki er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, sum heldur einki krav hevur um avkast, men sum hinvegin hevur landskassan at veðhalda fyri seg, skal fara í kapping við privatu peningastovnarnar.
Árni Ellefsen, stjóri í Felagnum Peningastovnar sigur, at "tað kann ikki vera rætt, at ein almennur stovnur, sum skal hava eftirlit við fíggjarkervinum, eisini skal vera virkin í kappingini um at veita fígging".
Felagið leggur afturat, at landsbankin, samstundis sum hann verður kappingarneyti, hevur rætt til at útvega sær upplýsingar frá privatu peningastovnunum við heimild til revsing, um hesar ikki verða latnar.
- Við uppskotinum er tað sostatt greitt, at ein almennur stovnur skal kappast við peningastovnarnar á einum ójøvnum grundarlagi, skrivar Árni Ellefsen í hoyringarskrivinum.
Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá, at landsbankin skal kunna veita kommunum og almennum grunnum lán.
- Stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í veruleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn, sigur Arbeiðsgevarafelagið og leggur afturat, at um rentan varð ásett út frá eini kredittmeting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri.



























