- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflutningur til ES minkaður
Útflutningur til ES minkaður
Útflutningurin til ES er minkaður úr 64 prosentum í 2010 niður í 42 prosent av samlaða føroyska útflutnigninum í 2015.

06.08.2016 - 16:46
Útflutningurin til ES er minkaður støðugt síðani 2010 og í 2014 var útflutingurin til lond uttanfyri ES á fyrsta sinni líka stórur sum til ES lond.
Í 2015 fluttu Føroyar 58 prosent av sínum vørum til lond uttanfyri ES og 42 prosent av samlaða útlfutningini var til ES lond.
Hetta spjaðir váðan í føroyska búskapinum og minkar um vandan fyri eitt nú handilsboykottum. Tí styrkir gongdin haldførið í føroyska búskapinum stendir í greiningini hjá Moody's av føroyska búskapinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























