- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES hartar Danmark fyri dálkaða luft

Nevndin í ES hevur latið donsku stjórnini eina sonevnda byrjanarfráboðan, har ES fílist á, at Danmark - hóast landið hevur havt allar møguleikar til tað - framvegis ikki hevur gjørt sína skyldu, tá tað snýr seg um at halda mørkini um luftgóðsku. Hetta skrivar Politiken í dag.
Tað er inni í Keypmannahavn, at luftdálkingin er størri, enn ES-reglurnar loyva.
- Tit hava havt 10-ára freist. Tit hava kent reglurnar og hava havt allar hugsandi møguleikar fyri at halda tær, og kortini eru tit ikki komin á mál, stendur í skrivinum, sum Politiken hevur fingið. Stjórnin hevur noktað blaðnum alment innlit við grundgevingum um "uttanríkispolitisk áhugamál" og "fasta mannagongd í ES-Kommissiónini". Blaðið hevur tó fingið skrivið aðrar vegir.
Í skrivinum stendur eisini:
- Staðfestast má, at reglurnar enn verða brotnar. Kongaríkið Danmark hevur latið vera við at seta tey tiltøk í verk, sum eru neyðug fyri at halda allar sínar skyldur.
Síðani 2010 hevur luftdálkingin í Keypmannahavn á hvørjum ári verið størri enn loyvt. Tað er serliga dálkingarevnið NO2, sum spreingir loyvdu markvirðini. NO2 stavar serliga frá stórum akførum við dieselmotori.
Í eini roynd at koma undir markvirðini ætlar stjórnin at flyta eina mátistøð longri burtur frá ferðsluni við HC Andersens Boulevard í miðbýnum í Keypmannahavn. Hetta góðtekur ES kortini ikki.


























