Arbeiðið gingið óvanliga væl

Arbeiðið gingið óvanliga væl
Viðareiðistunnilin, sum letur upp í morgin, er liðugur eitt lítið ár fyrr enn ætlað. Tunnilin skuldi ikki verða liðugur fyrr enn á sumri í 2017
Upprunaliga tíðarætlanina fyri Viðareiðistunnilin segði, at hann skuldi vera liðugur móti sumri 2017. Í morgin letur hann upp
 
01.09.2016 - 14:55

Upprunaliga tíðarætlanina fyri tunnilin segði, at hann skuldi vera liðugur móti sumri 2017. 23. juni í 2014 setti Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður, spakan í fyri Viðareiðistunlinum.

15. juli í fjør læt Elinborg Thomsen seinasta skotið av í tunlinum. Tá farið varð undir arbeiðið, tóku trupulleikar seg upp, millum annað við leysum tilfari, og neyðugt varð at flyta tunnilin 30 metrar hvannasundsmegin, og at leingja betongportalin viðareiðismegin.

SÍ EISINI Seinnapartin verður hol ígjøgnum til Viðareiðis

Viðareiðistunnilin er 1939 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru 3.700 metrar til samans. Sostatt er talan um umleið seks kilometrar av asfalteraðari koyribreyt til samans.

Játtanin til tunnilin var 162 milliónir krónur. Hóast stórar avbjóðingar at fáa játtanina at røkka, hevur verið arbeitt bæði skjott og gott, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

- Játtanin var væl undir lægsta boð, og tí hevur verið neyðugt at finna allar hugsandi sparingar, so tað kundi bera til at fremja verætlanina, sigur Ewald Kjølbro í tíðindaskrivi í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860