Hjúnabandslógin til hoyringar í Føroyum

Hjúnabandslógin til hoyringar í Føroyum
Samkynd, sum eru gift í øðrum londum, skulu viðurkennast í Føroyum, siga danskir myndugleikar
 
02.09.2016 - 13:11

Í oktober verður kongaliga fyriskipanin um broytingarnar í hjúnabandslógini kunngjørd.

Danska Almanna- og innanríkismálaráðið hevur gjørt onkrar lógartekniskar broytingar í ríkislógartilmælinum, sum kom úr Føroyum. 

Talan er um samkynd, sum eru gift í øðrum londum, og sum flyta til Føroya at búgva, og møguleikan hjá teimum at skiljast.

Kongaliga fyriskipanin, sum hon nú er orðað, verður send til hoyringar hálvan september. Hoyringarfreistin verður fýra vikur.

Danska Almanna- og innanríkismálaráðið hevur spurt Heilsu- og innlendismálaráðið í Føroyum, hvør skal hoyrast í Føroyum.

Løgtingið samtykti í vár at broyta hjúnabandslógina, so samkynd í Føroyum kunnu verða borgaraliga vígd.

Altjóða reglur

Danska Almanna- og innanríkismálaráðið ger vart við, at sambært altjóða privatrættarligum grundreglum skulu hjúnabond og skrásett parløg millum samkynd, sum eru gift í øðrum londum, viðurkennast í Føroyum, tað er um føroyska hjúnabandslógin verður broytt. 

Møguliga fer ikki at bera til hjá teimum, sum eru gift í kirkju í øðrum landi, eitt nú í Grønlandi ella í Danmark, og búgva í Føroyum, at skiljast her.

Men kanska kann rættargangslógin, sum er galdandi í Grønlandi og Danmark, brúkast, tá samkynd fólk, sum eru gift í kirkju har, vilja skiljast. Annars noyðast fólk aftur til landið, har tey blivu gift í kirkju, vilja tey skiljast. 

Signing

Danska stjórnin tekur ikki støðu til, um fólkakirkjan í Føroyum kann nokta at signa samkynd, sum eru borgaraliga gift. Tí fólkakirkjan er yvirtikin. 

Danska Almanna- og innanríkismálaráðið sigur seg bíða, til føroyingar hava broytt hesa reglu. Ráðið vil fegið hjálpa føroyingum at finna røttu orðingina at seta í fyriskipanina um hjúnaband.

Kongaliga fyriskipanin um hjúnaband í Føroyum kemur í gildi, tá Føroyar hava sæð til, at samkynd hjún ikki kunnu krevja signing í fólkakirkjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650