Viðgerðin heldur fram

bannari
Viðgerðin heldur fram
Fíggjarnevndin fer í dag aftur at viðgera uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at játta Glasi 13,4 milliónir krónur til jarðhita
 
06.09.2016 - 10:22

Nevndin hevur sent boð eftir Kappingareftirlitinum og Magna Laksafoss, sum hevur orkufelagið Vitorka. Bæði Umhvørvisstovan og Landsverk mæla til at brúka jarðhita.

Hann kostar 13,4 milliónir krónur í íløgu. Og teir pengarnar hevur Rigmor Dam biðið Løgtingið um. Men longu í desember í fjør kundi Fjarhitafelagið latið Glasi grønan fjarhita.

Tað stendur í tilboði, sum felagið gav Landsverki á vári 2013. Sambært hesum tilboðnum og uppskoti um sáttmála um fjarhita skuldi íbindingin, altso íløgan, einki kosta.

SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn

Hetta visti Mentamálaráðið longu á vári 2013 sambært innliti, sum Kringvarpið hevur fingið. Men tilboðið og uppskotið um sáttmála frá Fjarhitafelagnum vóru ikki við, tá lógaruppskotið um at hækka byggikostnaðin 13,4 mió.kr. kom í tingið.

Hesar upplýsingar fingu løgtingsfólk frá Fjarhitafelagnum sjálvum. Í síðstu viku sendi landsstýriskvinnan so boð eftir teimum, sum bjóða seg fram at hita Glasir.

Rigmor Dam ætlar sær, sum skilst, ikki at taka aftur lógaruppskotið um 13,4 milliónir krónur til jarðhita, um hon ikki hevur boð um nakra semja í dag ella í morgin. Løgtingsfundur verður í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742