Føroyingar fáa meira makrel

Føroyingar fáa meira makrel
Føroyar fáa millum 12 og 15.000 tons av makreli aftrat í ár, eftir at ICES hevur hækkað samlaðu makrelkvotuna við 111.000 tonsum
ICES hevur hækkað makrelkvotuna við 111.000 tonsum í 2016. Føroyar fáa millum 12 og 15.000 tons av makreli aftrat
 
27.09.2016 - 12:20

Fiskimálaráðið umrøður í løtuni hvat skal gerast, nú kvotan er hækkað. Tí er avgerð ikki tikin um, hvat skal gerast við fiskin. Føroyar hava eina avtalu við Noreg og ES um makrelin

Tí mugu broytingar gerast í samstarvi ímillum partarnar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann fær í løtuni einki sagt um, hvat úrslitið verður av broytta tilmælinum hjá ICES.

SÍ EISINI Meira makrelur kann fiskast

Men ein avgerð verður tikin sum skjótast, sigur hann. ICES mælir til at hækka TAC´ið av makreli í ár, úr 663.000 tonsum upp í 774.000 tons.

Ein munur sum er 111.000 tons. Orsøkin er, at ein roknivilla er komin undan kavi, og nú roknivillan er rættað, hækkar gýtingarstovnurin av makreli.

Gýtingarstovnurin er 14 prosent hægri, enn fyrr mett. Tí mælir ICES til at hækka veiðuina av makreli 16 prosent í ár, ella við 111.000 tonsum.

Býtið kunngjørt fríggjadagin

Føroyar eiga 12,6 prosent av makrelkvotuni, og tað hevur við sær, at føroyska kvotan kann hækka millum 12 og 15.000 tons í ár.

Men áðrenn nøkur avgerð verður tikin um hækkaðu makrelkvotuna, ætlar Fiskimálaráðið at tosa við Noreg og ES um hækkaðu kvotuna.

30. september fer ICES at almannakunngera, hvussu nógv kann fiskast av makreli og øðrum uppsjóvarfiski í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974