Astrup fingið stevningina

Astrup fingið stevningina
Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri og nevndarlimur í Eik, er nú stevndur í sambandi við skattamálið hjá Eik
Jørn Astrup Hansen er nú stevndur fyri úttalilsi um skattafrádráttin hjá Eik
 
28.09.2016 - 14:58

Jørn Astrup Hansen skrivaði tann 16. apríl undir yvirskriftini, "Eik: Fup eller fakta", eina grein í Sosialinum, har hann millum annað sigur, at TAKS hevur fingið skeivar og villeiðandi upplýsingar frá EIk.

Eisini skrivar hann, at tað er ilt at trúgva, at TF-Holding og nevndarformaðurin í bankanum hava verið í góðari trúgv, tá leiðslan í Eik og TF-Holding royndu at lensa landskassan fyri 90 milliónir krónur, bankin ikki hevði rætt til.

Jørn Astrup Hansen váttar í dag, at hansara sakførari hevur fingið eina stevning. Í stuttari viðmerking sigur Jørn Astrup Hansen, at hann er vónbrotin og harmur um, at vera stevndur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025