Dómur fallin í máli um barnaporno

Dómur fallin í máli um barnaporno
Ein 63 ára gamal maður er fyri løtu síðani dømdur fyri at taka niður og breiða út barnapornografiskt tilfar á netinum
Ein maður er dømdur eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava og fyri at breiða út barnaporno
 
05.10.2016 - 12:12

Ein 63 ára gamal maður er í dag dømdur eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava og fyri at breiða út barnaporno.

Maðurin hevur játtað seg sekan í at hava havt barnaporno á telduni, men hann noktar seg sekan í at hava latið øðrum barnapornografiskt tilfar.

Tann dømdi skal rinda sakarkostnaðin, og fýra harðdiskar og tríggjar teldur hjá manninum eru drignar inn. Ákærin kravdi minst hálvt annað ár.

Kann skjótast inn fyri Landsrættin

Verjin hjá manninum helt, at fýra ella fimm mánaðir treytaðir var nóg mikið fyri at hava barnaporno.

Varð maðurin funnin sekur í eisini at lata øðrum barnaporno, vóru seks ella sjey mánaðir ivaleyst, eisini treytaðir, segði verjin.

Føroya rættur sigur 15 mánaðir, treytaleysir. Dómurin kann skjótast inn fyri Landsrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891