Fiskastovnar eftirtmetast við nýggjari skipan

Fiskastovnar eftirtmetast við nýggjari skipan
Stovnsmeting skal gerast av øllum vinnuligum fiskastovnum, og havrannsóknir skulu hava hægri raðfesting, heldur arbeiðsbólkur
Størri vitan skal vera um fiskastovnarnar undir Føroyum, so betur ber til at røkja stovnarnar og at fiska burðardygt, heldur arbeiðsbólkurin, sum gjørdi tilmælið um fiskivinnunýskipanina
 
06.10.2016 - 07:31

Størri vitan skal vera um fiskastovnarnar undir Føroyum, so betur ber til at røkja stovnarnar og at fiska burðardygt. Tað vil siga, so stovnarnir ikki verða niðurfiskaðir.

Arbeiðsbólkurin, ið mánadagin handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmælið um eina fiskivinnunýskipan, mælir til, at stovnsmeting skal gerast av øllum vinnuligum fiskasløgum í Føroyum,

Hetta skal gerast so vitan fæst um, hvussu stórur stovnurin er, og hvussu stórt veiðutrýstið er á fiskastovnarnar, heldur arbeiðsbólkurin í uppskotinum.

Langtíðar umsitingarætlan gerast

Bólkurin mælir eisini til, at veiðireglur skulu gerast fyri allar fiskastovnar og allan fiskiskap í føroyskum sjógvi. Hetta skal so verða partur av einari langtiðar umsitingarætlan.

Veiðireglan skal brúkast til at at gera av, hvussu fiskastovnarnir skulu røkjast, og hvussu fiskiskapurin skal skipast í framtíðini. Bólkurin mælir eisini til, at havrannsóknir og granskingin av fiskastovnunum verður uppraðfest.

Arbeiðsbólkurin heldur, at fráboðanarskipanin í fiskskapinum eigur at verða endurskoðað og dagførd, so neyvari hagtøl fáast. Hetta skal millum annað gerast, so bátar undir 15 tons eisini skulu koma við veiðifráboðanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087